Vetrarkvøld á Seglloftinum
Tvøroyrar Kommuna hevur sett trivnaðin í hásæti og miðað verður, millum annað, fram ímóti at hava gevandi mentanartiltøk við jøvnum millumbilum. Í 2016 var høvi at hoyra um undangongumenninar Thomas F. Thomsen og Rasmus Effersøe.
Leygarkvøldið 4. Februar fer so enn eitt forkunnugt tiltak av bakkastokki á Tvøroyri. Havandi árstíðina í huga, hava vit valt at kalla tiltakið fyri “Vetrarkvøld”. Skráin er sera fjølbroytt og eru vit sera spent uppá at fara í gongd.
“Føroyskt” er reyði tráðurin á tiltakinum og kvøldið byrjar kl. 19:00. Vit hava fingið navnframa Hanus G Johansen at koma suður at syngja nøkur løg fyri okkum. Hanus er vorðin fólkaogn og er hann kendur fyri sínar framúrskarandi tulkingar av yrkingunum hjá hargaskaldinum Pól F. Joensen.
Dánjal Norðberg, úr Hvalba, var fyri stuttum “við Tórði á túr”. Dánjal minnist ótrúliga væl, hóast 91 ára gamal. Hann fer at fortelja okkum um tíðina, tá hann stóð í skræddaralæru á Tvøroyri. Eisini fer hann at fortelja um enska flogfarið, ið datt niður á sinni í Suðuroynni. Dánjal var ein av teimum fyrstu á staðnum. Dánjal er framúr áhugaverdur at lurta eftir og gleða vit okkum til at hoyra hann greiða frá.
Leita fólk sær á loftið í Pakkhús 4, so ber til at heilsa uppá Pólu og Armgarð, ið sita og veva. Heilir tveir bindiklubbar verða eisini til staðar, so lítið er at ivast í, at okkurt gott prát verður. Sigrun Albinus, ið eigur og rekur Gestabúðina, verður eisini á staðnum og sýnir fram ymiskt handaligt.
Kanska tað mest forvitsnisliga við kvøldurin er maturin, tí hann er av sonnum ikki heilt vanligur til tílík tiltøk. Vit hava gjørt okkara besta fyri at savna saman so nógvan, ymiskan føroyskan mat sum gjørligt. Kalvi, speril, turt tvøst, spik, lippur, svartkjaftur, lodna, skerpikjøt, hara, krabbi, ræstur fiskur, garnatálg og mangt, mangt annað verður at fáa. Afturvið hava vit fingið nakrar smakkroyndir frá Dism, ið stendur fyri framleiðsluni av eitt nú “Havið” og “Lívsins Vatn”.
Tiltakið er ókeypis, og tað er okkara vón, at fólk taka væl ímóti hesum forkunnuga tiltaki og møta væl upp. Hjartaliga vælkomin øll somul.