Mikudagin 26. apríl kl. 19.00 verða Íverksetarahúsið og Vinnuframi á Tvøroyri við ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar.
Tiltakið byrjar við at Íverksetarahúsið stutt greiðir frá hvørja ráðgeving Íverksetarahúsið kann veita, og Vinnuframi kunnar um møguleikar fyri stuðli. Eftir framløgurnar er lagt upp til ein-til-ein prát har møguleiki er at seta spurningar og at fáa prát við Íverksetarahúsið og Vinnuframa.
Hugsar tú um at gerast sjálvstøðugur, ella hevur tú egna fyritøku, og hevur brúk fyri at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum, hevur tú møguleika at koma á staðið og fáa svar uppá flestu spurningar í hesum sambandi.
Tað var í fjør at tiltakið “Íverksetan á ferð” fór av bakkastokki, og var undirtøkan somikið stór at ætlanin er at halda fram at bjóða hesa kunning og ráðgeving runt landið.
Við tiltakinum vilja Íverksetarahúsið og Vinnuframi nevniliga geva íverksetarum og vinnurekandi, sum sita runt landið, møguleika til andlit-til-andlit ráðgeving á staðum. Eisini er tiltakið eitt gott høvi at fáa fatur á møguligum íverksetarum, sum í gerandisdegnum ikki hava lætta atgongd til ókeypis ráðgeving og sparring.
Tiltakið, sum er ætlað øllum við áhuga fyri íverksetan verður
onsdagin 26. apríl frá kl. 19:00 til 20:30 á Seglloftinum á Tvøroyri.
Kaffi og annað gott verður at fáa og tiltakið er ókeypis.
Øll eru hjartaliga vælkomin.