Tvøroyrar kommuna hevur nú tikið uppaftur arbeiðið við at endurnýggja vatnveitingina í Froðba. Hesu ferð er tað vegurin oman í Vikagerð. Nýggja leiðingin verður løgd niður og gjørd klár at binda í húsini. Tí kemur tað ikki at órógva veitingina fyrr enn bindast skal saman, og verða tað tá bert tey húsini, ið liggja fram við hesum vegnum, ið verða ávirkaði. At tað hevur positiv árin at endurnýggja veitingina er Froðba eitt gott dømi um. Fyriuttan eina meir støðuga veiting og vatntrýst er nýtslan minkað 20 % síðani arbeiðið byrjaði. Harumframt er vandin fyri bakterium minni tá tilfarið er nýtt og tætt uttan ivasamar sambindingar við eldri veitingar.