Fólkaheilsuráðið skipar fyri spennandi tiltaki á Seglloftinum komandi fríggjadag.
Etið saman
Matur, njótilsi og samvera!
Fríggjadagin 19. mai kl. 15:30-17:30 skipar Fólkaheilsuráðið fyri átuliga átakinum "Etið saman", ið merkir at vera saman um matin, og at práta, lukta, smakka, tyggja og njóta matin saman. ...
Ljós verður varpað á saft, kraft, broyskni og stundum ræst við dygdargóðum, leskiligum rávørum úr Føroyum og grannalondum okkara.
Etið saman átakið verður samstundis ymsastaðni í Føroyum, og matleskarar fara at kokkast í Suðuroy, Vágoy, Sandoy, Eysturoy, Streymoy og Norðoyggjum, við tí fyri eyga, at øll vitjandi fáa eina sansastimbrandi smakkiroynd, eina hugnaliga og savnandi løtu.
Ein liður í “Etið saman” er eisini, at vit við at vera saman um matin og eina uppliving sum hesa, eru við til at røkja okkara sálarligu heilsu, tí at vera sosialt virkin og saman um eitthvørt, hevur stóran týdning fyri okkara trivnað og gleði. Fólkaheilsuráðið varpar ljós á sálarliga heilsu og ”Etið saman” er ein partur av hesum, tí felagsskapur, matur og njótilsi eru samantvunnin.
Fólkaheilsuráðið ynskir at rávørurnar, ið verða nýttar í mestan mun eru úr nærumhvørvinum. Hesar rávørur kunnu eitt nú verða føroyskur fiskur, grønmeti, kryddurtir, frukt og epli, har dentur verður lagdur á gott grønmeti, ið liggur leingi á. Vit ynskja at átakið tekur støði í nærumhvørvið og burðardygd, og at fullkorn, bjølgfruktir og trevjur helst skulu eiga størri lut í matgerðini enn siðvenja er.