UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
29-08-2017

Gongutúrur á Sevmýri

Væl umtóktu gongutúrarnir, ið Tvøroyrar Kommuna og Visit Suðuroy á Tvøroyri skipa fyri, halda fram. Túrurin er nú komin til hugnaliga býarpartin Sevmýri. Sevmýri er einamest kent fyri at vera heimstaðurin hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti ,TB. Søgurnar um felagið eru óteljandi, men nógvar aðrar søgur eru um staðið, ið øll ikki kenna til. Hesar kennir Jákup Jensen og honum dámar sera væl at greiða frá. Vit hittast við gamla TB-húsið á Sevmýri 81 og ganga spakuliga inn móti miðbýnum.

Hjartaliga vælkomin til enn ein góðan gongutúr. Tiltakið er ókeypis.






Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo