08-09-2017
Fornfrøðisligur útgrevstur á Krambatanga
Seint í mai í ár, vóru vit ein frálíkan gongutúr í Ørðavíkarlíð og á søguliga Krambatanga. Bent Albinus og Pól Arni Holm greiddi frá um hanseatarnir, ið høvdu handil á Krambatanga. Hann bleiv bygdur í 1656, men virkaði einans í trý ár.
Á túrinum kom Bent, sum í dag eigur økið, inn á, at seinni í ár, fór stórur, fornfrøðisligur útgrevstur at fara fram á økinum. Útgrevsturin er fíggjaður av týska statinum.
Nú er stundin so komin hartil, at fólk eru farin í gongd við at grava ut. Til ber at fylgja gongdini, á Facebook her. Í komandi fer umboð frá kommununi at vitja staðið og fáa eitt prát við útgrevstrarfólkið. Meiri verður kunnað um hetta í komandi viku.
Myndin er lánt frá síðuni hjá útgrevstrartoyminum.