UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
05-12-2018

Varin fíggjarpolitikkur gevur rásarúm

Mánadagin 3. desember bleiv fíggjarætlanin hjá Tvøroyrar Kommunu fyri 2019, samtykt. Sum heild er hetta hugaligur lesnaður og fyri borgaran er tað at frøast um, at skatta prosentið verður sett enn longur niður – nú við einum heilum prosentstigi, úr 21,90% og niður á 20,90%.

Sammeta vit Tvøroyrar Kommunu við restina av kommununum í landinum, so eru heili 13 kommunur, av teimum 29 kommununum í Føroyum, ið hava eitt hægri skattaprosent enn Tvøroyri.

Kommunur uttanfyri Suðuroynna, við hægri skattaprosenti enn Tvøroyri, sambært Taks:

Fuglafjarðar Kommuna: 21,50%

Eystur Kommuna:            21,00%

Runavíkar Kommuna:     22:00%

Sjóvar Kommuna:            21,00%

Sunda Kommuna:            21,50% 

Vestmanna Kommuna: 21,50%

Vága Kommuna:               22,00%

Sørvágs Kommuna:         21,70%

Sands Kommuna:             21,00%

Skopunar Kommuna:     21,75%

Skálavíkar Kommuna:     22,00%

Húsavíkar Kommuna:     21,00%

 

Fyri Suðuroynna síggja skattaprosentini soleiðis út, sambært Taks:

Fámjins kommuna:         19,00%

Sumbiar Kommuna:        19,00%

Hvalbiar Kommuna:        19,95%

Hovs Kommuna:               20,00%

Porkeris Kommuna:        20,75%

Tvøroyrar Kommuna:     20,90%

Vágs Kommuna:               21,95%

 

Tvøroyrar Kommuna er eisini ein av teimum kommunum í landinum, ið hevur hægsta barnafrádráttin. Á Tvøroyri verður barnafrádrátturin í 2019 óbroyttur, t.v.s. 7.000,- kr. Einans sjey kommunur hava hægri barnafrádrátt enn Tvøroyri. Fugloyar Kommuna hevur ein barnafrádrátt á 10.000, Viðareiðis Kommuna 7.500, Eystur Kommuna 8.000, Eiðis Kommuna 7.500,-, Sands Kommuna 8.500, Skúvoyar Kommuna 8.000 og Tórshavnar Kommuna 8.000.

Fyri Suðuroynna sær barnafrádrátturin soleiðis út, sambært Taks:

Fámjins kommuna:         7.000 kr.

Sumbiar Kommuna:        6.500 kr.

Hovs Kommuna:               6.000 kr.

Porkeris Kommuna:        7.000 kr.

Tvøroyrar Kommuna:     7.000 kr.

Vágs Kommuna:               4.500 kr.

 

Tvøroyrar Kommuna hevði eitt avlop í rakstrinum uppá 7,2 mió kr. seinasta roknskaparár og við árslok verður skuldin svarandi til 0,78 álíkning. 31,352 mió. kr. eru settar av til íløgur í 2019.

 

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo