UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
16-03-2015

Sólarmyrkingin – barnagarðurin og dagrøktin.


Fríggjamorgunin hin 20. mars 2015, verður ein heilt serligur dagur í Føroya søgu: Kl. 9:40:52 fjalir mánin alla sólina og vit hava fulla sólarmyrking yvir oyggjaland okkara. Fulla myrkingin stendur við í uml. 2 minuttir, alt eftir hvar í landinum tú ert stadd/ur.

At hendingin er stór, skerst ikki burtur, tí tað hendir ikki aftur í Føroyum fyrr enn um á leið 230 ár – tað vil siga í ár 2245 og verður tá bara sjónligt, norðast í Føroyum. Vilt tú eygleiða fyribridið, mást tú vera varin, tí tað kann verða skaðiligt fyri eyguni. Á Tvøroyri hava vit gjørt av, at Barnagarðurin og Dagrøktin eru stongd og lata upp aftur kl. 11:00, eftir at ljósið er vanligt aftur.

Vit viðmæla at fólk tryggja sær, at eygunin eru vard á børnunum, meðan sólarmyrkingin er. Nýtið einans góðkendar verndarbrillur og starið ikki at sólini við berum eygum. Kikari má endiliga ikki nýtast, tí tá kanst tú missa sjónina beinanvegin. Einans meðan sólarmyrkingin er full, verður mett ráðiligt at eygleiða fyribrigdið við berum eygum.

Til ber at lesa meiri um evnið á www.snar.fo

Vegna Dagrøktina og Barnagarðin á Tvøroyri

Eir Jógvansdóttir Norðberg

Guðrun Petersen




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo