UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
24-05-2019

Skráin fyri mentanarnáttina nú eisini á SONA

Lutfalsliga nýggja appin hjá Føroya Tele, “Sona”, er innan stutta tíð vorðin sera væl umtókt. Sona er nútímans avloysarin hjá væl kenda “nummar.fo”, men Sona kann longu so nógv meira enn nummar.fo kundi.

Á Sona kanst tú finna útav hvat hendir kring landið, tú kanst lesa um áhugaverd støð, tippa fótbóltsúrslit og mangt annað.

Sum nakað nýtt, so ber eisini til at síggja skránna fyri mentanarnáttina á Tvøroyri, ið sum kunnugt fer av bakkastokki 31. mai.

Skráin liggur sum høvuðsmynd beinanvegin tá tú letur Sona upp á snildfonini og við hesum hevur tú altíð skránna beint við hondina.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo