Eins og seinast vit høvdu heystmarknað, so hava fólkini handan Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn verið okkum beinasom og fara at sýna spennandi lutir fram í tjaldinum, ið savnið til dagliga hevur í varðveistlu.
Í ár verða lutir frá 2. heimsbardaga sýndir fram. Millum annað ber til at síggja gassmaskur, hjálmar og annað, ið vit í dag ikki kunnu ímynda okkum, skuldi verið ein fastur partur av gerandisdegi okkara.
Ein av teimum heilt serligu lutunum, er ein maskinbyrsa, ið hoyrdi til umborð á gamla Smyrli, ið sigldi millum oyggjarnar. Smyril II var í millumoyggjasigling frá 1932 til 1967 og ávíst tíðarskeið undir krígnum, var maskinbyrsan so fastur partur av inventarinum í ferjuni.
Savnið sjálvt er eisini opið frá kl. 10-18 leygardagin. Millum forvitnisligu lutirnir á savninum, er millum annað tokulúðurin, kumpassið og róðurið frá Smyril II.
Annars er í løtuni framsýning um læknarnir, ið búðu í Doktarahúsinum. Gestastovan, ið sigst vera Føroya fyrsta hotel, verður eisini opin.