UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
10-12-2020

Jólasøgur úr Savninum

Vit minna á, at nú leygardagin 12. desember, frá kl. 17:00, er møguleiki hjá børnum og foreldrum at vitja Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn.
Forkunnug og spennandi søguløta er á skránni, tí vit hava fingið dugnaliga Álv Enni at koma og fortelja nakrar søgur fyri børnunum. Álvur dugur sum fáur at fáa børnini at gloyma tíð og stað, tá hann fortelur.
Afturvið ber til hjá børnunum at fáa sær ein munn av kakao og hjá foreldrunum ein leskiligan kopp av gløgg, ið Glasstovan stendur fyri.
Savnið er sjálvandi eisini opið og til ber at síggja forvitnisligu lutirnir, ið hava myndað søgu Tvøroyrar.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Heitt verður samstundis á fólk um at virða leiðreglurnar hjá heilsumyndugleikunum viðvíkjandi hondreinføri og frástøðu.
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo