10-12-2020
Bú- og Heimatænastan í Suðuroynni -BHS-
Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna BHS:
Evstu ábyrgd fyri Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy hevur eitt stýrið, sum er mannað við 9 limum. Borgarstjórarnir í Suðuroynni eru fastir limir, og harumframt verða vald eitt umboð afturat frá Vágs Býráð og eitt frá Tvøroyrar Býráð.
Stýrið hevur skipað seg tíðarskeiði 01.01.2017 - 31.12. 2020 við Dennis Holm, borgarstjóra í Vágs kommunu, sum formanni, og Jóannes Lisberg, borgarstjóra í Fámjins kommunu, sum næst-formaður
Í stýrinum fyri BHS sita: (2017-2020)
- Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu formaður
- Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins næst-formaður
- Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu
- Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeriskommunu
- Kirstin S. Bech, býráðslimur í Vágs kommunu
- Jónsvein Hovgaard, borgarstjóri í Hovs kommunu
- Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu
- Súsanna Bertholdsen, býráðslimur í Tvøroyrar kommunu
- Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu
Viðtøkur fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy BHS: her
Eisini er eitt Eldraráð valt fyri Bú- og Heimatænastuna í Súðuroynni, sum hevur til uppgávu at ráðgeva BHS í spurningum, ið hava við eldrapolitikk at gera.
Galdandi fyri inniverandi valskeið 2017-2020, eru limirnir í eldraráðnum valdir av Bý- og Bygdaráðunum í Suðuroynni, og er eldraráðið samansett soleiðis: (í viðtøkunum fyri eldraráðið §4, er ásett at, Íbúgvarnir í hvørjari kommunu velja síni umboð í Eldraráðið á sama hátt sum BHS-stýrið verður valt, har hvør kommuna fær eitt umboð fyri hvørjar byrjaðar 1000 íbúgvar)
Í eldraráðnum fyri BHS sita: (2017-2020)
- Ingeborg Vinther, formaður
- Daniel Johan Lisberg, næstformaður
- Ólavur Hovsgarð, skrivari
- Naia M. Mortensen kassameistari
- Jórun Bech
- Alma Fossá
- Marianna Poulsen
Viðtøkurnar fyri Eldraráðið
kunna lesast her