Gamlaárskvøld verður nakað øðrvísi í ár enn hetta plagdi at vera. Øll minnast á góðu løturnar frá farnum nýggjárshaldum, og hava sæð fram til, enn einaferð at fáa møguleikan at uppliva stóra nýggjársbálið og kyndlagonguna, til fragd fyri fólkið sum her býr.
Í ár verður nýggjárshaldið skert vegna Covit-19, sum hevur avmarkað frælsið hjá øllum borgarum mestsum alt 2020, og nýggjarsnevndin hevur gjørt av bert at skjóta fýrverk, og ikki fyriskipa nýggjársbál, kyndlagongu og felags morgunmat, orsakað av evt. smittuvanda.
Tvøroyrar kommuna mælir øllum borgarum til at fylgja seinastu tilmælunum frá, fútanum, landslæknanum og Páll Weihe, nú fólk savnast til nýggjárshald:
Øllum verður ynskt gott nýggjár.