UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
21-01-2021

Tekniska deild nýggjan lastbil

Í gjár fekk Tekniska Deild, hjá Tvøroyrar kommunu, nýggjan lastbil handaðan. Hann er av merkinum Scania P320 og er keyptur frá fyritøkuni Áway. Nýggi bilurin kemur fyri gamla lastbilin, ið er frá 2005 og hevur koyrt 265.000 km.

Nýggi bilurin er sera góður at koyra, sigur René Jespersen, ið er førari av bilinum. Luftfjaðrar eru bæði framman og aftan, og tað ger bæði koyringina smidligari, eins og bilurin kann lækkast, um neyðugt er tað í arbeiðsstøðu. Bilurin hevur eisini automatisk gear.

Lastin tekur 12 tons og bilurin hevur krana, ið kann lyfta upp til 12 tons og røkkur út á 15 metrar. Lastin er ein skiftilast, við krókheysiskipan, ið er tað, ið mest verður nýtt í dag.

Bilurin er at kalla “skræddaraseymaður” til nýtsluna hjá Teknisku deild og fer at nøkta tørvin nógv ár fram í tíðina.

Sum áður nevnt, so varð bilurin handaður í gjár og longu í dag er hann so komin í nýtslu.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo