Søkt verður eftir sálarfrøðingi til Suðuroyar Barnaverndartænastu til setan frá 01. januar 2024 til 31. desembur 2024. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna.
Arbeiðsøki
Suðuroyar Barnaverndartænasta er eitt samstarv millum allar 7 kommunurnar í oynni og er staðsett á Tvøroyri og starvssstaði er á Tvøroyri. Samstarvið fevnir um á leið 4613 fólk.
Sum sálarfrøðingur á Suðuroyar Barnaverndartænastu kemur tú í tøttum samstarvi at arbeiða saman við trimum sosialráðgevum, námfrøðiligum ráðgeva, skrivstovufólk/móttøkufólk umframt leiðara.
Arbeiðsuppgávur
Samrøður við børn, ung og foreldur
Viðger av børnum, ungum og familjum
Kanningar av børnum og ungum
Supervisión og faklig sparring
Vit ynskja okkum starvsfólk sum
Hava góð samskiftis- og samstarvsevni
Eru álítandi og arbeiðssom
Tola at arbeiða undir trýsti
Kunnu arbeiða sjálvstøðugt
Førleikakrøv
Útbúgvin sálarfrøðingur við autorisatión. Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt.
Vit kunnu bjóða
Eitt spennandi og fjølbroytt starv
Fakligt samstarv við sálarfrøðingar hjá hinum barnaverndartænastunum og Barnaverndarstovu Føroya
Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
Løn og setanarviðurskifti
Løn- og setanarviðurskifti eftir sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónleyg Finnsdóttir, leiðari á Suðuroyar Barnaverndartænastu á 288085 ella t-post jonleyge@tvoroyri.fo
Umsóknarfreist:
Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Suðuroyar Barnaverndartænastu, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. novembur kl. 12.00.
Umsóknin skal sendast til Suðuroyar Barnaverndartænastu, Sornhúsvegur 22, 800 Tvøroyri ella á teldupost adressu jonleyge@tvoroyri.fo
Vit tilskila okkum rættin til ongan av umsøkjarunum at velja.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan og reina revsiváttan til vegar, áðrenn setanin verður framd.