ÚTIBARNAGARÐURIN
Tú ert her: ÚTIBARNAGARÐURIN << - GREINAR
Smærugøta 11
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
kari@tvoroyri.fo
14-08-2020

BARNAGARÐURIN LETUR UPP MÁNADAGIN 17. AUGUST.

Tvøroyrar kommuna hevur gjørt av, at barnagarðurin Mýrifípan og frítíðarskúlin lata varliga uppaftur frá mánadegnum 17.august.  

Seinastu dagarnir eru smittutølini minkaði nakað, men framvegis valdar óvissa og støðan er ógreið. Tí er enn neyðugt at vera varin og seta tiltøk í verk til tess at fyribyrgja og minka um vandan fyri útbreiðslu av koronasmittu.
 
Í hesum sambandi verður heitt á foreldur um at kunna seg um leiðreglurnar frá Coronaráðgevingini, sum sæst her.
  
Góð ráð til foreldur at børnum, sum byrja aftur á stovni

Coronaráðgevingin hevur gjørt eina vegleiðing til foreldur, sum hava børn á stovni. Fylgir tú ráðunum, kanst tú vera við til at minka um smittuvandan. 

  • Tá ið tað ber til, skalt tú ikki fara inn í bygningin á stovninum, men siga farvæl við barnið í garðinum uttan fyri dyrnar.

  • Tá ið tú koyrir barnið á stovn ella heintar tað aftur, skalt tú royna at halda frástøðu á tveir metrar. Foreldur og børn eiga ikki at savnast saman í størri bólkum.
  • Syrg fyri, at barnið vaskar hendur, beint áðrenn tit fara heimanífrá, og at tað vaskar hendur, so skjótt sum tit koma heimaftur.
  • Lær barnið hjá tær at vaska hendurnar væl og virðiliga og tosa við barnið um, hvussu ein fylgir teimum yvirskipaðu reglunum um reinføri og frástøðu, har tað ber til.
  • Syrg fyri, at barnið hevur góð klæði við, soleiðis at tað kann vera uttandura. Minst til sólkrem, tá ið veðrið er gott.
  • Tak ikki leikur við heimanífrá.
  • Barnið hjá tær skal ikki geva øðrum mat burturav. Gev eitt nú ikki barninum mat, sum tað skal býta út í sambandi við føðingardagar o.tíl.
  • Fylg tilmælunum viðvíkjandi avtalum um at spæla saman í frítíðini. Ger avtalur við tey somu fáu børnini, sum hoyra til bólkin hjá barninum á stovninum.
  • Fylg væl við sjúkueyðkennum hjá barninum – um barnið bara hevur eitt lítið tekin um sjúku, skalt tú hava tað heima og ringja til kommunulæknan.
  • Kennir tú teg sjúkan, skalt tú halda teg heima og ikki koyra barnið á stovn ella heinta tað.
  • Gerst barnið sjúkt, tá ið tað er á stovni, skalt tú heinta tað alt fyri eitt og ringja til kommunulæknan.

Støðan broytist skjótt, og tí er tað av stórum týdningi at vit øll fylgja støðuni tætt og eftirmeta so hvørt støðan broytist. Heitt verður á allar borgarar um at fylgja við á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu og á sosialu miðlunum hjá kommununi, har øll kunning verður løgd so hvørt sum støðan broytist. 

Upplýsast skal eisini, at øll starvsfólk hjá Tvøroyrar kommunu eru kanna fyri korona, og ongi tekin eru um korona sjúku hjá starvsfólkum á dagstovnaøkinum hjá Tvøroyrar kommunu.

Tvøroyrar býráð
Kristin Michelsen 
Borgarstjóri



Útibarnagarðurin, Smærugøta 11, 826 Trongisvágur - Tlf. 372700 - kari@tvoroyri.fo