Hvat halda tvørafólk um raðfestingarnar hjá kommununi?
Hvat kann gerast fyri at bøta um trivnaðin á Tvøroyri?
Eftir hesa framløguna fer tvøramaðurin Signar P. Dam, ið lesur lívfrøði (biologi), at greiða frá spennandi verkætlan, hann er partur av. Verkætlanin er sprottin úr samstarvi millum Keypmannahavnar Universitet og Fiskaaling, og Signar fer m.a. at greiða frá, hvat hann vónar at finna útav, og hvat tey evt. úrslitini kunnu brúkast til. Meira um hesa verkætlanina kann annars lesast her: http://www.fiskaaling.fo/default.asp?page=3&id=144&menu=-1
Eftir framløgurnar verður pallborðskjak, ið fer at taka støði í framløgunum. Tey, ið fara at skifta orð, verða Signar Dam, lívfrøðilesandi, Egil Olsen, vinnulívsmaður og Bjarni Hammer, varaborgarstjóri. Umboð fyri vinnunevndina hjá Tvøroyrar kommunu og Varðan Pelagic luttaka eisini. Flóvin Eidesgaard, sum saman við Rasmusi Nolsøe og Helga Eidesgaard varðar av hesi kanning og tiltakinum annars, verður orðstýrari. Eftir innleiðandi upplegg fra luttakarunum byrjar kjakið, og áhoyrararnir fáa so hvørt eisini høvi til at seta spurningar.
Fyriskipararnir vóna, at úrslitini av hesi kanning kunnu nýtast til at stuðla uppundir framhaldandi menning av Tvøroyri.
Barrin verður sjálvandi opin, um fólk hava tørv á onkrum leskandi.
Stuðlað tiltakinum hava: Tvøroyrar Kommuna, Varðin Pelagic, Delta Seafood, Richard B. Thomsen, Suðuroyar Sparikassi og T. F. Thomsen.
Eftir stóru undirtøkuna til framløguna á jólum, vóna stigtakararnir, at uppmøtingin verður eins góð ella betri hesa ferð, nú áhugaverdu úrslitini verða løgd fram.
Stigtakararnir.