Nú nærkast tíðin, tá gøtuljósini vera tendra aftur, eftir hesi hava verði summarsløkt síðani 1. juni.
Tvøroyrar kommuna hevur í fleiri ár havt tað siðvenju um várarnar, -tá sólin kemur longur upp á himmalin, og dagarnir leingjast-, at sløkkja gøtuljósini eitt tíðarskeið hendan ljósasta partin av árinum.
Undantikin eru tó nøkur gøtuljós í miðbýnum, eins og ljós á havnarløgum og við bátahyljanar eru undantikin og vera ikki sløkt.
Vanliga hava gøtuljósini veri sløkt 1. juni og tendrað aftur seinast í juli mánaða - eftir ólavsøku.