29-11-2018
Gomul jól á Tvøroyri
Í morgin, fríggjadagin 30. novembur, verður áhugavert tiltak á Tvøroyri. Byrjað verður kl. 18.00 við gongutúri í miðbýnum og eftir havnalagnum við Chris Jan Michelsen sum frásøgumanni.
Chris Jan fer at greiða frá Tvøroyri frá byrjan av fiskivinnuævintýrinum til í dag. Vitjað verður eisini á Varðanum Pelagic. Túrurin byrjar á havnalagnum við Gl. Kgl. Einahandilin.
Síðan fer Jóan Pauli Joensen, søgufrøðingur at greiða frá, hvussu jól vóru hildin í gomlum dø...gum. Frásøgnin verður á Segllotinum, har Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe eisini fara at sýna fram brellbitar frá Tvøroyrar Skjalasavni.
Søgan eftir Pól F. Joensen “Ein vandafull jólaaftan”, ið upprunaliga varð prentað í 1924 verður lisin upp, og høvi verður eisini at smakka jólakøkur eftir gamlari uppskrift frá 1903.
Lív Næs og Tróndur Enni fara at framføra nøkur løg.