DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN
Tú ert her: DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN << - GREINAR
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
kari@tvoroyri.fo
18-08-2020

DAGFØRING AV FERÐSLUNI VIÐ ÍTRÓTTARHØLLINA

Dagførdar broytingar við ferðsluni á parkeringsøkinum sunnan fyri Ítróttarhøllina og vestan fyri skúlan í Trongisvági. 
Galdandi frá 18. august, kl. 08.00.

Tvøroyrar kommuna lýsir eina tíðaravmarkaða ferðslubroyting fyri økið við Ítróttarhøllina, skúlan,og vøllin við Stórá, sum verður galdandi so leingið sum korona kanningarnar fara fram á parkeringsøkinum sunnan fyri Ítróttarhøllina. 

Heitt verður á fólk um ikki at parkera bilar á parkeringsøkið sunnan fyri Ítróttarhøllina, sum verður skipa til bilrøðir og parkering til korona kanningarmiðstøðina.

Starvsfólkið í barnagarðinum og í skúlanum vera biðin um at "langtíðar" parkera vestast  á parkerings-økinum vestan fyri skúlan. Og foreldur at børnum í barnagarðinum vera eisini biðin um at "stutttíðar" parkera á parkerings-økinum vestan fyri skúlan.

Foreldur, sum koyra síni børnini í skúla, vera biðin um at avseta børnini á økinum framvið skúlanum. 
 
Heitt verður á bilførarar um at vísa størsta varsemi í ferðsluni nú skúlin byrjar aftur.
 
Tvøroyrar kommuna 18.08.2020
 
 
 
 
 
 



Dagstovnurin Mýrifípan, Smærugøta 8, 826 Trongisvágur - Tlf. 372700 - kari@tvoroyri.fo