RUSKPLÁSSIÐ
Tú ert her: RUSKPLÁSSIÐ << - VEGLEIÐINGAR
825 Froðba
Tlf. 611085
12-06-2019

Burturbeining av skøruplantuni

Á bingjuplássinum skulu leivdir av skøruplantuni ikki blandast við øðrum plantuburturkasti, men koyrast í bingjuna við burturkasti ið skal brennast.

Spyr starvsfólkið á staðnum,  um nakað ivamál er.

 




Vegleiðing 

  Vegleiðingin til at týna skøruni ljóðar soleiðis:

  • Skøran verður tikin upp við rót - um hetta ikki letur seg gera, verður hon skorin av niðri við rótina, koyrd í posar og burturbeind.

  • Skøran nørist skjótt og flytur seg um mørk, tí er tað eisini neyðugt at fara útum egið stykki at skera ella klippa og royna at fáa alla skøruna burturbeinda, um tað er neyðugt.

  • Burturkastið verður borið út í Endurnýtsluna hjá kommununi. IRF brennir burturkastið, soleiðis at avskorna skøran ikki ger skaða aftur.

  • Við at taka blomstrini og burturbeina tey, so eru ongin fræ at nøra seg, og um vit áhaldandi taka plantuna , so fær rótin ikki føði og doyr.

    Plantan kastar fræið, tá hon er følnað. 
Kelda: Klaksvíkar Kommuna
 



Ruskplássið, 825 Froðba - Tlf. 611085