Skriva út

Eftirlit við TAKS

Eftirlit er við, at TAKS arbeiðir eftir lógini og tekur avgerðir sambært henni. Eftirlitið verður framt av Føroya Kærustovni, sum viðger kærur um avgerðir hjá TAKS.

Føroya kærustovnur

Føroya kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmansskrivstovuni og viðger kærur um avgerðir, sum TAKS tekur í málum um toll, mvg, barsil, arbeiðsmarknaðareftirløn, eftirløn, ferðastuðul, rentustuðul, dupult húsarhald, kapitalvinningsskatt, persónsskatt og partafelagsskatt.

Undir snarslóðum er leinki til heimasíðuna hjá Føroya kærustovni.

Vilt tú kæra eina avgerð hjá TAKS?

Vel kærumøguleikar undir snarslóðum og síggj, hvussu tú gert.