TVØROYRAR SLØKKILIÐ
Tú ert her: TVØROYRAR SLØKKILIÐ << - GREINAR
Havnarlagið 22
800 Tvøroyri
17-02-2011

Oljudálking á Trongisvágsfirði

Frá Suðurrás:



Týskvøldið hendi tað sum vanliga ikki má henda. Ein sokallaður sludge-tangi(ein tangi har m.a. oljudálkað vatn verður uppsamlað) leyp yvir, og innihaldið rann út á sjógv frá Smyrli, meðan hann lá við ferjuleguna á Krambatanga. Kendi oljufilmurin teknaði eina breiða striku frá ferjuleguni og vestureftir framvið bryggjuni undir saltsiloini.

Ættin lá inn eftir fjørðinum, landsynningur, frískur vindur til strúk ella hvassan vind, við forsøgn um framhaldandi eysturætt.
Tvøroyrar Sløkkilið basti, saman við tilbúgvingini hjá Vágs Sløkkiliðið og Tvøroyrar Havn vandan fyri at dálkingingin breiddi seg víðari inn til Ósan við munnan á Trongsvágsfirði. Oljuforðingar vóru lagdar út, bæði av ferjuleguni á Krambatanga og bryggjuni undir saltsiloini.

Ósin er eyðmerktur við høgum prioriti í samband við oljudálking uttanífrá. Hetta tí at vit her hava eitt djóra og -plantulív grundað á sermerkta umhvørvið, har saltvatn innan úr havi og feska vatnið frá áunum møtast í láglendi.
Arbeiðið at rudda upp er nú liðugt, og síggja vit enn eitt dømi um at tá skjótt verður atborið og lokalu tilbúgvingarnar samskifta, so ber til at minka um avleiðingarnar.

Men hetta er tó treytað av at fráboðanin kemur sum skjótast!
Sum við øllum øðrum er skjót hjálp tann besta hjálpin, er áheitanin frá tilbúgvingini hjá Tvøroyrar Kommunu.
Vit venda aftur til tilbúgvingarnar og serliga fráboðanarskyldu, tí í løtuni tykist ráðaloysi at valda. Í telefonbókum og álmanakka stendur eitt um fráboðanarskyldu, tilbúgvingarmál hava skift málsøki og lógin um umhvørvisvernd sigur eitt annað.



Tvøroyrar Sløkkilið, Havnarlagið 22, 800 Tvøroyri