Um barnatannarøktina

Barnatannrøktin bjóðar øllum børnum og ungum frá 0 til 17 ár í Tvøroyrar kommunu alla neyðuga tannrøkt. Tilboðið fevnir bæði um vanligt eftirlit og viðgerð og um tannrætting og skaðar.

Tænastan er ókeypis. Tannrøktin leggur stóran dent á fyribyrgjandi arbeiði. Frá trý ára aldri verður barnið regluliga innkallað til kanningar. Børnini koma til kanning 10. hvønn mánaða 

Tannarøktarnir eru úti á skúlunum og vitja 4. flokk, og geva undirvísing um tenn og kost eina ferð um árið.

Eisini verður bustað saman við 4. flokki 6 ferðir um árið. 7. flokkarnir verða vitjaðir fyri at fortelja teimum um caries, kost og tanntráð.

Tannarøktarnir vitja eisini heimini saman við heilsusystrini tá børnini eru umleið 4-6 mánaðir, har kunning verður givin um tenn, tannbusting, kost, suttuvanar o.a. Í 4. flokki verða øll børnini visiteraði av sertannlækna, fyri at kanna um tørvur er á tannrætting.


Tannrætting

Tvøroyrar kommuna hevur avtalu við sertannlækna í tannrætting, sum kannar øll børn um tørvur er á serviðgerð. Í hesum sambandi verður oftast tikið 3D myndir, sum vísa um tenn og andlit búnast á rættan hátt. Sertannlæknin metir um, hvørt tenninar skulu rættast, og nær viðgerðin skal byrja. Tannrættingin er ókeypis, men treytað av, at tenninar verða væl røktar. Hagtøl vísa at umleið fjórða hvørjum barni tørvar tannrætting.


Tannskaðar

Barnatannrøktin viðger ókeypis allan tannskaða, til viðkomandi fyllir 18 ár. Í summum førum er neyðugt at bíða við at endaliga viðgera skaða til 20 ára aldur ella seinni. Tí er umráðandi at hava eina trygging, ið fevnir um tannskaðar. Tú skalt boða tryggingini frá skaðanum beinanvegin. Tannlæknin hjálpir tær at fylla skjølini út.

Er tørvur á tannrætting, fer viðgerðin fram her á tannlæknastovuni.