Frípláss

Umsókn um frípláss

Umsókn um frípláss á dagstovni, í dagrøkt og í frítíðarskúla:
 
Umsókn um frípláss skal latast inn áðrenn 1. juli. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at umsóknin er móttikin.
 
Søkjast skal av nýggjum á hvørjum ári.
Søk um frípláss til dagstovn her:
Søkja

Rokna fríplássupphæddina

Hvussu stórt ískoyti, tú kanst fáa, veldst um inntøkuna í húskinum. Á stigatalvuni fyri frípláss sært tú, hvussu stóran part, tú sjálv skalt rinda, og hvussu stóran part, landið rindar.

Fyri at rokna fríplássupphæddina skalt tú sostatt bara kenna samlaðu inntøkuna hjá tær og tínum maka og galdandi dagstovnagjøldini.

Fíggjarligt frípláss - Almanna- og mentamálaráðið (ammr.fo)