Við hvørt leiði er loyvt at seta gravstein.
Uttan um leiðið er ikki loyvt at seta kantsteinar ella tílíkt.
Frammanfyri gravsteinin kann eitt øki uppá 50 x 50 cm. nýtast til plantur, blómur ella annað prýði.
Ikki er loyvt at planta trø á leiðið.
Avvarandi beina burtur kransar o.a.
Eru kransar ikki tiknir av grøvini tveir mánaðar eftir jarðarferðina, beinir gravarin teir burtur.