Reglugerð fyri Pakkhús 4

PAKKHÚS 4, UNGDÓMSHÚSIÐ Á TVØROYRI 


Ábyrgdin av atburðinum hjá børnum og ungum, tá tey eru í Ungdómshúsinum liggur hjá foreldrunum. 

  1. Foreldur hava høvuðsábyrgdina av atburðinum hjá teirra børnum. Tað verður væntað, at foreldrini hava givið barninum hóskandi vegleiðingar um, hvussu barni skal bera seg at, hvar enn tað er.

  2. Starvsfólkið í ungdómshúsinum skulu tryggja, at atburðarreglurnar verða fylgdar.  Starvsfólkið hevur ein serligan leiklut at arbeiða fyri góðum atburði, skapa eitt trygt umhvørvi og leggja uppí, um stríð ella óhóskandi atburður koma uppí. 

  3. Tvøroyrar kommuna, sum eigur og rekur Ungdómshúsið, hevur ábyrgd av at skapa karmarnar fyri einum tryggum umhvørvi fyri børn, ung og starvsfólk í ungdómshúsinum. 
    Reglugerðir og vegleiðingar fyri, hvussu starvsfólk skulu handfara atferðartrupulleikar er sum meginregla, samstarv og kunningin millum foreldur, ungdómshúsið og kommununa. Hetta skal tryggja, at børn og ungdómar trívast og fylgja teimum reglum og 
    vegleiðingum, ið eru galdandi í ungdómshúsinum. 
    Ungdómshúsið hevur sum høvðusreglu, at inkludera og tryggja eitt umhvørvi fyri øll børn og ung í Tvøroyrar kommunu. 

  4. Atburður og virðing 
    Børn og ung skulu vísa virðing fyri hvørjum øðrum, starvsfólkinum og ognunum í ungdúmshúsinum. Happing, harðskapur, ágangur ella annar ódámligur atburður er ikki 
    loyvdur. Starvsfólkið er heimila, at kunna foreldur ella barnavernd, um atburðartrupuleikar, ella konfliktir ikki kunna loysast, við denti á samrøðu og seming. 

  5. Nýtsla av hentleikum 
    Hølini og tilfarið í felagshúsinum skulu viðfarast við virðing. Oyðilegging av ognum, skemmdarverk ella ábyrgdarleys nýtsla av ungdómshúsinum er ikki loyvd. Børn og ung skulu verða stuðlað til at vaska, rudda eftir seg sjálvan og hava ábyrgd av egnum ognum. 

  6. Trygd 
    Trygdarreglur skulu fylgjast, íroknað reglur um nýtslu av útgerð, virksemi og ferðslu í økinum. Foreldur hava ábyrgd av flutningi til og frá ungdómshúsinum. Og foreldur hava ábyrgd av at teirra børn fylgja øllum trygdarreglum, ið eru galdandi fyri uppihaldinum í ungdómshúsinum. Royking, alkohol og rúsevni eru strangliga bannað fyri børn og ung, og hetta er eisini galdandi fyri vitjandi.

  7. Virksemi luttøka 
    Luttøka í virksemi hjá ungdómshúsinum er sjálvboðin, við atliti til felagsskapin. 

  8. Nýtsla av talgildum tólum 
    Tað kunnu vera avmarkingar fyri nýtslu av fartelefonum og øðrum elektroniskum tólum undir ávísum virksemi ella tíðum, fyri at fremja sosialt samanhald og fyri at halda fokus í ungdómshúsinum. Tað er strangliga bannað børnum, at deila ódámligar myndir ella viðmerkingar á sosialar miðlar til skað fyri onnur. Eisini er tað strangliga bannað børnum at vitja internetsíður, ið innihalda ósømuligt tilfar. 

  9. Ábyrgd og avleiðingar 
    Avleiðingarnar av at bróta reglurnar, er fyrst ávaring og kunning til foreldrini, og í ringasta føri burturvísing. Fokus er tó at læra av mistøkum, soleiðis at avleiðingarnar eru læruríkar og ikki bert revsandi.

  10. Inkludering og vælveru 
    Øll børn og ung skulu hava rætt til at møta í ungdómshúsinum og rætt til at luttaka í tiltøkunum í húsinum, óansæð bakgrund, kyn, etnicitet ella sosialar umstøður.