Barnaverndarlógin hevur til endamál at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Lógin fevnir um børn og ung í aldrinum frá 0 til fylta 23. árið, og í serligum førum eisini um ófødda barnið.
Lógin ásetur eisini fráboðanarskyldu fyri øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera, og sum fáa kunnleika til viðurskifti, ið kunnu skaða børn. Harumframt verður dentur lagdur á fyribyrgjandi fyriskipanir, fosturforeldraskipan, og eftirlit við stovnum, sum hava við børn at gera.
Barnaverndartænastan hevur ábyrgd av at seta fyriskipanir í verk, sum á besta hátt kunnu loysa trupulleikarnar hjá børnum, og at veita teimum tryggleika og stuðul.
Barnaverndarstovan hevur gjørt eitt yvirlit yvir viðkomandi regluverk:
Á hesi síðu finnur tú lógir, kunngerðir og vegleiðingar, sum barnaverndin tekur støði í. Hetta umfatar m.a. barnaverndarlógina, reglur um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin, og vegleiðingar um eftirlit, samverurætt og duldan bústað. Eisini eru ásetingar um fosturforeldur, barnaváttanir og virksemi á samdøgurstovnum.
Við hesum regluverki verður tryggjað, at børn og ung fáa ein tryggan og mennandi uppvøkstur, og at tey, sum hava ábyrgd av barnavernd, hava greiðar leiðreglur at fylgja