Tvøroyrar Havn er stóra snúningspunktið í vinnulívinum í býnum. Her hava vit eitt tað størsta pelagiska virkið í norðanlondum Varðin Pelagic- Vit hava saltfiskavirkið Delta Seafood, RBT Timburhandil og Faroe Ship. Her liggur stórur partur av útróðrarbátunum, ið eru heimahoyrandi í kommununi.
Skipaferðslan her er ikki eins stór sum í gomlum døgum, men havast skal sjálvandi í huga, at eitt nútímans skip lastar eins nógv og fleiri av teimum gomlu, ið vóru álitið í sínari tíð.
Tvøroyrar Havn fevnir eisini um havnina á Drelnesi og bryggjuna á Hvítanesi.
Seinastu árini er innara havnin vorðin nútímansgjørd og fríðkað og er hon eitt prýði fyri býin og eitt stað, har fólk javnan síggjast njóta eina góða løtu saman.
Lunnarnir fyri alt havnavirksemið í Føroyum, vórðu lagdir á Tvøroyri hin 15. august 1924 og enn tann dag í dag, júst 100 ár seinni, er framvegis stórt virksemið á Tvøroyrar Havn.