Spæliplássið í Froðba verður skjótt liðugt sett upp og freistandi er, sum vera man, hjá børnunum longu nú at royna tað, ið er sett upp.
Alt er tó ikki liðugt enn - millum annað er undirlagið ikki lagt á. Tað er tí ikki heilt vandaleyst at nýta spæliplássið áðrenn alt er liðugt og vilja vit tí heita á vitjandi um IKKI at nýta spæliplássið, fyrr enn kunngjørt er at tað er liðugt.
Tekniska deild