BREIÐKAN AV FROÐBIARVEGI
Landsverk er í løtuni í ferð við at breiðka vegastrekkið frá eystara parti av parkeringsøkinum við kirkjugarðin undir Akurgerði, út til býlingin beint við Froðbiarveg 63.
Arbeitt verður í norðaru síðu av vegnum og skal arbeiðið eftir ætlan ikki órógva ferðsluna í økinum. Tó, so eru gøtuljósini óvirkin á umrødda vegastrekki. Heitt verður tí á ferðandi í økinum um at vísa varsemi.
Tekniska deild