Vegna arbeiði uppá vatnveitingina, verður stongt fyri vatninum í økinum, sum er avmerkt á viðhefta kortskjali, tórsdagin tann 26. juni frá kl. 9.00 og so leingi arbeiðið varir.
Økini, sum verða ávirkaði av stongslinum, eru partar av Traðarvegi, Brekkunum, Svalbardsgøtu, Brekkulág, Brekkugil, Brekkutúni, Sjógøtu og Heiðatrøðini.
Tvøroyrar kommuna,
Tekniska deild