17. mars 2024

Eftir ætlan verður farið undir at binda nýggja kappróðrarneystið hjá FSR upp í kommunalu høvuðsvatnleiðingina á Sjógøtu, í morgin, tórsdagin 29. februar. Arbeiðið byrjar uml. kl. 10:00 og væntast liðugt uml. kl. 12:00.
Ivasamt er, um hetta fer at ávirka vatnveitingina hjá borgarunum í økinum, tí vatn verður tikið frá Traðarvegnum samstundis.
Verður vatnveitingin ávirkað, so er hervið kunnað um tað frammanundan og alt eigur at verða liðugt uml. kl. 12:00.

Vatnmeistarin