27. mai 2025
SKRÁIN TIL MENTANARNÁTTINA SÆST HER - VÆLKOMIN AT DEILA
Sum siðvenja er, so er ein ørgrynna av ymiskum tiltøkum at fara til. Barnatiltøk, tónleikur, fyrilestrar, gongutúrar, serlig tilboð úr handilslívinum og mangt annað.
Skráin verður borin út í hvørt hús í Suðuroynni og verður eisini løgd inn í handlar, matstovur og skeinkistøð.
Í skránni eru sum nakað nýtt QR-kotur. Við at skanna hesar í smartfonini, so kanst tú koma beinleiðis inn á sangheftið til felagssangin,(verður eisini deilt út til felagssangin, sum vanligt) til eitt kort yvir miðbýin og so sjálva skránna eisini.
Tað er okkara vón, at vit enn einaferð fáa ein fantastiskan dag saman á Tvøroyri.
Myndir í skránni: Rúni Thomsen
(Fyrivarni verður tikið fyri broytingum og villum)