SEV, NET og Tvøroyrar Kommuna fara nú undir eitt størri graviarbeiði á teininum frá Undir Heygnum 17 og næstan út til grótbrotið í Froðba. Arbeiðið fevnir um ein tein á uml. 700 metrar, og væntast kann, at ferðslan í økinum verður órógvað komandi tíðina.
Fyrsti teinur: Arbeiðið byrjar í hesi vikuni og fevnir um teir fyrstu 200 metrarnar frá handlinum ESLA og vestureftir til Café MorMor. Persónbilar kunnu koyra ígjøgnum, men tung ferðsla verður víst til nýggju gjøgnumkoyringina til Froðbiar frá gamla vøllinum á Sevmýri.
Annar teinur: Eftir ætlan heldur arbeiðið fram frá Café MorMor og vestureftir Undir Heygnum, har tað eisini verður neyðugt at grava partar av vegkassanum upp, tí vegurin er ov veikur. Á hesum teininum er vegurin so smalur, at gjøgnumkoyring ikki verður møgulig í eina tíð.
Seinasti teinur: Seinasti parturin av arbeiðinum verður frá ESLA og eystureftir uml. 329 metrar. Persónbilar kunnu koyra ígjøgnum, men tung ferðsla verður víst til nýggju gjøgnumkoyringina til Fróðbiar frá gamla vøllinum á Sevmýri.
Endamál við arbeiðinum:
Áheitan til íbúgvar:
Vit heita á íbúgvarnar um ikki at parkera hvørki á ovaru ella niðaru síðu av vegnum, tí bert ein koyribreyt verður opin. Hetta er galdandi á teimum teinum, har arbeitt verður.