Útboð av rakstrinum av kantinuni í ítróttarhøllini í Trongisvági
Tvøroyrar kommuna, bjóðar hervið út raksturin av kantinuni í ítróttarhøllini í Trongisvági.
Raksturin av kantinuni í ítróttarhøllini verður boðin út í fimm (5) ár frá 1. apríl 2025.
Ítróttarhøllin er stovnur hjá Tvøroyrar kommunu. Loyvishavarin av kantinuni samskipar virksemið í kantinuni, og tilrættisleggur hetta eftir tiltøkum í ítróttar- og skúladeplinum, sambært galdandi reglugerð.
Freistin at bjóða er fríggjadagin 21. mars 2025 kl. 12.00, tilboð, sum koma inn seinni, verða ikki tikin við.
Innlating av tilboði:
Tilboðsgevarin sendir inn tilboð við øllum kravdum upplýsingum til:
Eisini ber til at lata inn tilboð uppá raksturin av kantinuni persónliga ella umvegis teldupost til: frodi@tvoroyri.fo
Verða tilboð latin inn persónliga ella send við posti ella telduposti, skulu hesi merkjast “Tilboð – kantinan í Ítróttarhøllin”.
Meira kann lesast 👉HER
Tvøroyrar kommuna 4. mars 2025