Áheitan frá teknisku deild
Vegna arbeiði uppá vatnveitingina, verður skrúvað fyri vatninum í einum parti av Froðba, frá krossinum, ið gongur vestur móti Heiðavegnum, út til tyrlupallin og vestur til kirkjugarðin undir Akurgerði. Vatnið verður tikið frá í morgin, tórsdagin tann 13. mars kl. 8.00, og so leingi, sum arbeiðið varir.
Økið, talan er um, er avmerkt á viðlagda kortinum.
Av tí, at arbeiðast skal í sjálvari vegbreytini, verður vegurin stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu í sama tíðarskeiðið á økinum, sum er merkt við reyðari striku á kortinum.
Tekniska deild