TVØROYRAR KOMMUNA · 2027
Útsýni inn eftir Trongisvágsfirði

Fíggjarætlan 2027 · Endaliga samtykt 26.11.2026

Tvøroyri fyrireikar seg til Suðuroyartunnilin

Tvøroyrar býráð samtykti endaliga fíggjarætlanina 26. november 2026. Skattalætti, hægri barnafrádráttur og góðir karmar fyri búseting, trivnað og vinnuligan framburð.

Les meira í PDFSí tølini

Trongisvágsfjørður – útsýni móti Trongisvági.

01 · Høvuðstættir

Ein kommuna at búgva, virka og trívast í

Barnafrádráttur
15.000 kr.

Fyri hvørt barn – 50 % hækking.

Kommunuskattur
20,80 %

Úr 20,90 % í 2026.

Frítíðarkort
2.000 kr.

Til ítrótt og mentan fyri børn og ung.

Byggilendi
265 kr./m²

Í Heiðatrøðini, íroknað vatn og kloakk.

Nettoíløgur
26,62 mió.

Til tænastur, trivnað og undirstøðukervi.

Rakstraravlop
5,03 mió.

Mett avlop til íløgur í 2027.

15.000 kr. er hægri enn hægsti barnafrádrátturin í TAKS-talvuni fyri 2026 (12.000 kr.). Endalig samanbering fyri 2027 er ikki staðfest.

02 · Familjufíggjarætlanin

Meira at ráða yvir

Tvey børn, 800.000 kr. í ársinntøku

Árligur kommunuskattur eftir barnafrádrátt

Tvøroyri 2026134.660 kr.
Hugsað miðal kommuna 2026130.300 kr.
Tvøroyri 2027123.920 kr.
10.740 kr. í skattalætta um árið
895 kr. um mánaðin. Afturat hesum kemur verandi frítíðarkort á 4.000 kr. til bæði børnini.

Hugsað miðal: 19,95 % og 8.665 kr. fyri barnið (TAKS 2026).

Rokna títt egna dømi

10.740 kr.

Árligur skattalætti í Tvøroyri

2026: 134.660 kr. · 2027: 123.920 kr. · Hugsað miðal: 130.300 kr.

Einfaldað dømi. Botnfrádráttur 30.000 kr. fyri hvønn skattgjaldara, fullur barnafrádráttur. Lág inntøka kann avmarka ágóðan. Landsskattur, kirkjuskattur og onnur gjøld eru ikki við.

03 · Búseting

Her er rúm fyri ungum familjum

Heiðatrøðin

265 kr./m²

Roknidømi fyri 500 m² grundstykki: 132.500 kr. Vatn- og kloakkíbinding eru íroknað. Friðarligt bústaðarøki við stuttum vegi til skúla, barnagarð, handil og frítíð.

Sí grundstykkini

Barnaansing

3. barnið ókeypis

Triðja barnið og hareftir eru ókeypis. Fyrsta barnið 1.900 kr. og annað barnið 1.600 kr. um mánaðin. Goldið verður fyri 11 mánaðir. Gluggin 700 kr. og frítíðarskúli 1.200 kr. um mánaðin fyri fyrsta barnið.

Gjøld 2026; óbroytt gjøld í 2027 eru ein rokningarfyritreyt.

Blæður og matarskipan íroknað

Í ansingargjaldinum í Mýrifípuni eru bæði blæður og matarskipan íroknað. Børnini fáa breyð og viðskera til miðmála tríggjar dagar um vikuna og hvønn dag millummála við frukt og løttum viðskera. Maturin verður gjørdur til í køkinum í Mýrifípuni.

Ókeypis skúlabusskoyring

Tvøroyrar kommuna bjóðar øllum skúlabørnum ókeypis busskoyring millum heim, skúla og frítíðarskúla. Bussurin koyrir um alla sóknina – Øravík, Trongisvág, Tvøroyri og Froðba – á morgni, á miðdegi og seinnapartar.

Hesar tænastur lætta um gerandisdagin og húsarhaldsútreiðslurnar hjá familjunum og minka um tørvin á privatari bilkoyring.

Gluggin byggir brúgv millum dagstovn og skúla. Frítíðarkortið stuðlar undir luttøku í felagslívinum, og kommunan arbeiðir við fjølbroyttari bústaðarmøguleikum.

04 · Trivnaður og vinnulív

Nógv at bjóða, nær við

Miðbýurin á TvøroyriSøga og mentan

Miðbýurin á Tvøroyri.

Ein virkin gerandisdagur

Við Stórá, ítróttarhøllin, svimjihøllin, kappróður, Pakkhús 4, musikkskúli, SALT, Seglloftið, Jóansøka og náttúran geva nógv høvi til rørslu, mentan og felagsskap.

Tænastur og arbeiðspláss

Skúlar, barnaansing, sjúkrahús, kommunulæknar, apotek, heimatænasta, handils- og tænastuvinna, fiskivinna, havn og framleiðsla eru partar av einum livandi samfelagi.

Ókeypis svimjing

Svimjihylurin í Tvøroyrar skúla
Svimjihylurin í Tvøroyrar skúla

Øll almenn svimjing í svimjihylinum í Tvøroyrar skúla er ókeypis hjá borgarum í kommununi.

Ítróttarhøllin opin fyri almenninginum

Ítróttarøkið við Stórá og Trongisvágur
Ítróttarøkið við Stórá og Trongisvágur

Ítróttarhøllin í Trongisvági er vanliga opin gerandisdagar kl. 14–22 og leygardag og sunnudag kl. 10–22. Tá høllin er opin fyri almenninginum, kunnu børn nýta hana saman við einum vaksnum, tá eingin skipað venjing, kapping ella annað virksemi er á skránni. Fyrivarni er fyri serligum tiltøkum og útleigu.

Les meira um upplatingartíðir og reglugerð
Søguligu pakkhúsini á Tvøroyri
Ungdómshúsið Pakkhús 4 á Tvøroyri

Ungdómslív · Ókeypis tilboð

Ungdómshúsið Pakkhús 4

Pakkhús 4 er eitt væl vitjað ungdómshús, har børn og ung hittast av áhuga, taka ábyrgd og eru ein virkin partur av felagsskapinum. Í hugnaligum umhvørvi kunnu tey práta, spæla, slappa av og luttaka í handaligum og tónlistarligum virksemi, skeiðum og verkætlanum.

Atgongd og luttøka í tiltøkunum eru ókeypis. Møguleiki er eisini at keypa sær okkurt gott at eta.

Opið mánadag, týsdag og hósdag

AldursbólkurKlokkan
3.–7. flokkur14.00–18.00
8. flokkur til 18 ár18.30–22.00

Harumframt verða tiltøk av og á um vikuskiftið.

Við Pakkhúsi 4 skapar Tvøroyrar kommuna góðar karmar um ungdómslívið, har rúm er fyri skapanarevnum, menning, felagsskapi og trivnaði.

05 · Fíggjarætlanin í tølum

Íløgur og fíggjarlig ábyrgd

Rakstur og íløgur 2027

Skattir og flytingar108,23 mió.
Rakstur og rentur103,20 mió.
Rakstraravlop5,03 mió.
Nettoíløgur26,62 mió.

RLÚ: −21,59 mió. kr. Lánsavdráttir: 4,50 mió. kr. Fíggingartørvur við avdráttum: uml. 26,09 mió. kr.

Íløgur eftir høvuðsøki

Fastognir, ídnaður, fríðkan9,30 mió.
Vegir, vatn, kloakk, o.a. tekniskt6,32 mió.
Børn, skúli og ítróttur6,20 mió.
Havn, bátahyljar og sløkkilið3,80 mió.
Tekniska deildin1,00 mió.

Harav landstreymur 2,0 mió. og orkuskifti 1,0 mió.

Í endaligu fíggjarætlanini er felagsskatturin mettur til 2,5 mió. kr. Í mun til fyrra uppskotið eru játtanirnar til kirkjugarðar lækkaðar úr 3,0 í 2,5 mió. kr., vegabreiðkan á Sjógøtu við Salem úr 500.000 í 120.000 kr., grønt orkuskifti úr 2,0 í 1,0 mió. kr. og fríðkan av miðbýnum úr 3,3 í 2,8 mió. kr. Samlaði íløgukarmurin er 26,62 mió. kr.

Allar íløgur (mió. kr.)

Kommunalar fastognir5,00
Tvøroyrar havn3,47
Fríðkan / miðbýur2,80
Barnagarður2,70
Kirkjugarðar2,50
Skúlaøkið1,75
Vegir1,72
Ídnaðarøki1,50
Ítróttarhøll1,30
Kloakkir1,00
Tekniska deildin1,00
Vatnverkið0,50
Gøtuljós0,50
Við Stórá0,45
Sløkkiliðið0,20
Bátahyljar0,13
Viðarlund0,10

Gjaldføri og nettoskuld

Mió. kr.2026 mett2027 mett
Tøkur peningur12,944,84
Nettoskuld37,9059,49
Skuld / álíkning31,4 %52,7 %

50 % er fíggjarligi málsetningurin, ikki lutfallið í nýggjastu metingini.

Íløgugongdin

FÆ202638,25 mió.
Ársmeting 202624,52 mió.
FÆ202726,62 mió.

Munurin 13,73 mió. kr. í 2026 er ikki neyðturviliga sparing; íløgur kunnu verða framdar seinni.

Nýggjasta skuldarmetingin er 52,7 % móti 52,0 % tann 25.11 og 49,91 % í tilmælinum 24.11.2026. Rættingin frá fíggjarleiðaranum 26.11.2026 á konto 310 Barnagarður økir lønarútreiðslurnar við uml. 864 t.kr. og minkar rakstraravlopið til 5,03 mió. kr. Tøki peningurin er mettur við óbroyttari lántøku og øðrum balancupostum. Endaliga støðan veldst um rakstur, íløgur, eykajáttanir, lántøku og tøkan pening við árslok 2026.

06 · Framtíðarmøguleikar

Suðuroyggin tættari at restini av Føroyum

Við einum føstum sambandi kunnu fólk búgva kring Trongisvágsfjørð og fáa betri atgongd til arbeiði, útbúgving, tænastur og marknaðir kring landið.

Tvøroyri / Suðuroy
Búseting · vinna · trivnaður
↔
Fast samband
Møguligur Suðuroyartunnil
↔
Restin av Føroyum
Arbeiði · tænastur · marknaðir

Hugsanarmynd, ikki kort ella staðfest linjuføring. Sambært løgtingslóg nr. 24/2026 er heimild til fyrireiking, prosjektering og útboð; serstøk lóg krevst fyri at taka av tilboðum.

Vit fyrireika okkum nú

Skattligir lættar, byggilendi, góðar tænastur og málrættaðar íløgur kunnu styrkja fortreytirnar fyri tilflyting, menning og vøkstri. Málið er ein kommuna, har borgarar og vinnulív eru í fremstu røð.

Les alla frágreiðinginaStutta tíðindaskrivið

Keldur og fortreytir

Fíggjarleiðarin: fíggjarætlan, RLÚ og íløgufígging, skuldarmarksuppgerð (dagførd tøl 2026/27), rætting frá fíggjarleiðaranum 26.11.2026 kl. 15.07. Avleidd tøl eru avrundaðar metingar. TAKS 2026 · TvK FÆ2026 · Grundstykkir · Løgtingslóg nr. 24/2026.

Byggir á endaligu býráðssamtyktina 26.11.2026 og rættaðu fíggjartølini frá sama degi. Myndirnar eru latnar av kommununi til hesa framløgu og eru innbygdar í HTML-fíluna. Upplýsingarnar um ókeypis svimjing, blæður, matarskipan og skúlabusskoyring eru frá kommununi.

TvK: Ítróttarhøllin í Trongisvági verður nú meira opin fyri almenninginum.