Hevur tú áhuga í at gera mun fyri nýggjar borgarar í Suðuroy og brennir tú fyri integratiónsøkinum?
Kommunurnar í Suðuroy eru farnar í samstarv um integratión, og søkja tí eftir fólki til nýggja starvið sum integratiónssamskipari. Starvið er at vegleiða, hjálpa og vísa á møguleikar og tænastur í kommununum fyri tilflytarum og øðrum, sum hava tørv á integratión í Suðuroy.
Kommunur eru nærmasti myndugleiki í økinum, har tilflytarin býr og tí er umráðandi, at tú kemur at kenna nærumhvørvi í kommununum, og at tú við tínum persónligu eginleikum hevur lætt at skapa sambond við allar viðkomandi áhugapartar.
Starvið fevnir millum annað um:
Vit vænta, at tú:
Vit bjóða:
· Broytiligar arbeiðstíðir, ið verða tilpassaðar virkseminum hjá integratiónssamskiparanum.
Setanarviðurskifti:
Talan er um tíðaravmarkað starv í trý ár frá starvsetan. Starvið er fulltíðarstarv, men parttíðarstarv kann eisini koma uppá tal. Arbeiðsøkið fevnir um allar kommunurnar í Suðuroy. Starvstaðurin er í Vági og á Tvøroyri, men í tøttum samstarvið við allar kommunurnar í oynni.
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið.
Starvsbyrjan er 1. juli 2026 ella eftir nærri avtalu.
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Kommunurnar tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og – um neyðugt – at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Umsóknin skal, saman við prógvum, lívrensl og møguligum viðmælum vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. mei 2026.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Magnus Paula West, trivnaðarleiðari, teldupostur magnus@vagur.fo, telefon 239392 ella Teitur Rubæk Rasmussen, fíggjarleiðara, teldupostur teitur@tvoroyri.fo, telefon 781132.