1. januar 1
Søkt verður eftir námsfrøðingi, stuðli og einum reingerðarfólkið til dagstovnaøkið í Tvøroyrar Kommunu at byrja 12. august 2024 ella eftir nærri avtalu.
- Starvið sum námsfrøðingur er 30 ella 40 tímar um vikuna, starvið sum stuðul er 25 tímar um vikuna.
- Starvið sum reingerðarfólk er 20 tímar um vikuna, gerandisdagar eftir kl 17.00.
Vil tú vera við til at menna og menta børn á Tvøroyri ert tú vælkomin við í eitt vælvirkandi toymi, ið er nýhugsandi og kreativt. Starvsfólkabólkurin er samansettur við námsfrøðingum og hjálparfólkum, ið arbeiða væl saman. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkaðan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni.
Stovnslýsing:
Barnagarðurin Mýrifípan er ein stórur stovnur, har 40 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Stovnurin fevnur um vøggustovur, barnagarðsstovur og frítíðarskúlar.
Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og námsfrøðin støðugt er í menning. Uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.
Vit vanta at tú:
- leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
- brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
- kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkaðan gerandisdag.
- hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
- dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
- hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
- vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
- sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
- hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
Setanarviðurskifti:
- Starvið sum námsfrøðingur er 30 ella 40 tímar um vikuna, starvið sum stuðul er 25 tímar um vikuna, og lønin er smb. sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
- Starvið sum reingerðarfólk er 20 tímar um vikuna, gerandisdagar eftir kl 17.00. Lønin og sáttmálaviðurskiftir eru samb. sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya arbeiðarafelag
Meira fæst at vita:
Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Joensen, á tlf. 218737 ella Barbaru Tausen varaleiðara á tlf.781162.
Umsókn:
Umsóknir, saman við prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast við telduposti til
kari@tvoroyri.fo og skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi mánadagin 5. august 2024 kl.12.00.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tvøroyrar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, kann hjálparfólk vera sett í tíðaravmarkað starv.