3. mai 2025
Tvøroyrar kommuna søkir eftir gartnara ella starvsfólki til grøna arbeiðsøkið
Hevur tú hegni við plantum og trívist tú úti millum trø, runnar og vøkstur? Tvøroyrar kommuna leitar eftir einum ábyrgdarfullum og eldhugaðum starvsfólki at gerast partur av okkara dugnaliga toymi á teknisku deild. Starvið fevnir í høvuðsheitum um røkt og viðlíkahald av grønu økjunum í kommununi – og ikki minst um samstarv við kirkjugarðsgravararan í samband við umsiting og røkt av kirkjugørðinum.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú fært møguleikan at seta tín dám á umhvørvið og vera við til at skapa eitt vakurt og vælrøkt býarrúm til gleði fyri borgarar og vitjandi.
Arbeiðsøki og uppgávur:
- · Rakstur, umsjón og røkt av grønum økjum í kommununi – plantagur, trø, runnar o.a.
- · Samstarv við kirkjugarðsgravaran og røkt av kirkjugørðinum.
- · Luttøka í grøna toyminum hjá teknisku deild.
- · At veita ráð og vegleiðing um grøna røkt, um neyðugt.
- · Aðrar fyrifallandi uppgávur á teknisku deild, eftir tørvi.
Vit vænta, at tú hevur:
- · Útbúgving sum gartnari ella drúgvar royndir innan grønt arbeiði.
- · Heilsu og orku at arbeiða úti alt árið.
- · Evni at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi.
- · Virðing fyri arbeiðinum á kirkjugarðinum -loysa uppgávurnar við virðing og tign.
- · Gott handalag og ábyrgdarfult arbeiðslag.
Vit bjóða tær:
- · Eitt fjølbroytt og týdningarmikið starv í einum kommunalum gerandisdegi.
- · Samstarv við eitt roynt og hjálpsamt toymi.
- · Góðar arbeiðsumstøður og arbeiðsøki við týdningi fyri trivnað og mentan.
- · Setan sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, lønarflokkur 2.
Umsóknarfreist og kunning:
Meira fæst at vita við at venda sær til Georg Müller, tekniska leiðaran hjá Tvøroyrar kommunu, tlf. 611085 ella umvegis teldupost tvoroyri@tvoroyri.fo
Skrivlig umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast umvegis niðanfyri leinkju. Freistin at søkja starvið er mánadagin tann 19. mai. 2025, kl.12.00.
Tvøroyrar kommuna skilar sær rætt til frítt at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta.
Søk starvið her