27. juni 2025

Tvøroyrar kommuna bjóðar barnaansing kl. 06.30 á morgni

Tvøroyrar kommuna fer nú at bjóða eina nýggja tænastu innan barnaansing, har møguleiki verður fyri at lata børn í barnagarðin Mýrifípuna longu kl. 06.30 á morgni. Talan er um eina royndarskipan, sum byrjar í august 2025 og verður í fyrstu atløgu galdandi fram til 31. desember 2025.

Avgerðin er tikin eftir áheitan frá borgarum, sum hava arbeiðstíðir, ið byrja áðrenn verandi ansingartíð kl. 07.30. Nýggja skipanin skal gera tað lættari hjá foreldrum at samansjóða familju- og arbeiðslív.

Leiðarin á Mýrifípuni, Kari Joensen, hevur greitt Sosialu nevndini frá um arbeiðsætlan og mannagongdir, ið skulu tryggja eitt gott og trygt tilboð frá tíðliga á morgni. Sambært ætlanini møtir eitt starvsfólk kl. 06.15, og næsta starvsfólk kl. 06.30. Talan er ikki um broyting í ansingargjaldinum fyri foreldrini.

Forkvinnan í Sosialu nevnd, saman við nevndini, mælti til at taka undir við tilmælinum, og tað varð einmælt samtykt í bæði Sosialu nevnd og Fíggjarnevnd. Býráðið samtykti uppskotið einmælt á fundi 26. juni 2025.

Við hesum stigið tekur Tvøroyrar kommuna eitt neyðugt og framtakshugað stig fyri at møta tørvi og ynski hjá arbeiðandi foreldrum.

Royndarskipanin verður endurmetin móti ársenda.

Tvøroyrar kommuna
27. juni 2025