Bjart ljós tendrað fyri Suðuroynna – nú Løgtingið gevur Suðuroyartunlinum tummil upp

1. mai 2025

Ein søgulig løta í Løgtinginum í dag, 1. mai 2025, tá borgarstjórarnir Kristin Michelsen, Janus Thomsen og Jóanis Lisberg o.o. vóru møttir til tíðandi viðgerðina av málinum um Suðuroyartunnilin, ið byrjaði kl. 10.00 í morgun og endaði kl. 20.45 í kvøld.

Mynd úr Løgtinginum 1. mai 2025

Hetta er ein søguligur og fagnaður dagur fyri Suðuroynna og alt landið, og ynskja borgarstjórarnir á Tvøroyri, Hvalba og Fámjin at senda eina serliga stóra tøkk til løgtingslimir, løgmann og øll, ið hava virkað fyri og stuðlað Suðuroyartunnilin, sum nú er samtykt við aðru viðgerð.

Løgtingið hevur við aðru viðgerð samtykt uppskotið um at geva P/F Suðuroyartunlinum heimild at fara undir fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin. Hetta merkir, at tunnilsverkætlanin nú er komin so nær at verða veruleiki, at tað endiliga sýnist vera bjørt vón fyri Suðuroynna og suðuroyingar.

Við hesi avgerð hevur Løgtingið tendrað eitt bjart og treytaleyst ljós fyri framtíðina hjá Suðuroynni. Fólk og vinnulív í oynni hava í áratíggju longst eftir veruligari trygd, sambandi og framtíðar vónum ájavn okkara oyggjagrannar fyri norðan – og í dag varð eitt risastig tikið á leiðini móti hesum.

Talan er um ein týdningarmiklan tátt at binda alt landið saman og javnseta oyggjanar. Suðuroyartunnilin fer ikki bert at stytta teinin millum Suðuroynna og Miðstaðarøkið, men tunnilin fer eisini at skapa nýggjar møguleikar fyri búseting, útbúgving, vinnulív og trivnað – alt árið runt, fyri allar Føroyar.

Staðfestingin av lógaruppskotinum gevur verkætlanini fastan grundvøll at byggja á. Nú kunnu ítøkiligar kanningar og tekniskar fyrireikingar fara í gongd – eitt stig, ið seinni skal føra til ein veruligan Suðuroyartunnil.

Hetta er ikki einans ein samferðsluteknisk verkætlan – hetta er eitt mentanarligt og samfelagsligt lyft fyri Suðuroynna og alt landið eru teir tríggir borgarstjórarnir samdur um.

Vit fegnast saman við øllum suðuroyingum og við fólki kring alt landið, sum hava víst samhug og stuðul. Hetta er dagurin, tá Suðuroyartunnilin varð meira enn ein dreymur – hann gjørdist ein veruleiki, sum nú skal fáast úr orðum og út í verk.

Borgarstjórarnir ynskja at senda eina serliga tøkk til løgtingslimir, løgmann og øll, sum hava virkað fyri og stuðlað málinum, sum nú er samtykt.

Løgtingið hevur her víst ábyrgd við vón og virki – fyri eina sterkari Suðuroy og eitt sameint Føroyar.