– ein fragd at møta mammum og børnum teirra
Í dag, 25. juni 2025, vitjaði borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, hjá GIGNI á Sjógøtu 23, á Tvøroyri, har ein mammubólkur hevði savnað seg.
Tað var ein fragd og gleði at heilsa upp á bæði mammurnar og børnini, og at síggja, hvussu felagsskapurin samansjóðar og leggur góðar karmur fyri trivnaðin hjá mammum og teimum yngstu kring um alla Suðuroynna.
Mammubólkarnir, sum GIGNI skipar fyri, hava stóran týdning fyri mammur og børn. Á flestu støðum kring landið – eisini á Tvøroyri – er tað heilsufrøðingurin hjá GIGNI, sum skipar fyri bólkunum og bjóðar mammunum at hittast á skrivstovuni. Tá bólkurin er stovnaður, velja flestu mammurnar vanliga sjálvar at hittast víðari – heima hjá hvørjari aðrari – eina ferð um vikuna ella aðruhvørja viku. Hetta styrkir bæði sambandið millum mammurnar og skapar ein tryggan felagsskap fyri børnini.
Heilsufrøðingurin hjá GIGNI bjóðar vanliga í mammubólk tríggjar ferðir, har ymisk evnir verða viðgjørd, og møguleiki er at kanna børnini, um tørvur er á tí. Men fram um alt, er tað tað menniskjaligia samanhaldið og møguleikin at deila royndir, vitan og kenslur, sum gevur stóran ágóða til mammunar.
Borgarstjórin takkaði fyri møguleikan at heilsa uppá og tosaði við heilsufrøðingin og mammurnar um týdningin av at hava eina góða byrjan í lívinum – bæði fyri børn og foreldur. “Tað er hjartanemandi at síggja henda felagsskapin og arbeiðið, sum verður gjørt fyri at skapa góð og trygg kor til okkara nýggjastu borgarar. Hetta er eitt týdningarmikið arbeiði, sum vit eru errin av, og sum vit virða og stuðla við gleði,” segði borgarstjórin millum annað.
GIGNI og heilsufrøðingarnir gera eitt dygdargott arbeiði, og Tvøroyrar kommuna gleðist um samstarvið og teir møguleikar, sum mammubólkarnir geva fyri styrktum felagsskapi og trivnaði í kommununi og kring um alla Suðuroynna.
Mynd: -frá vinstru
Monika Midjord, Barbara Vestergaard (heilsufrøðingur), Emilý Helgadóttir, Guðrið Ólevudóttir Johannesen, Beinta Bjarkhamar, Inge Marie Ellendersen, Femja Fróðadóttir Mortensen, Sigrun Símunardóttir Nielsen, Ingibjørg C. Petersen, Kristin Michelsen og Guðrið Olsen Hovsgarð