EARTH HOUR Í ANNAÐKVØLD – LEYGARKVØLDIÐ 22. MARS

EARTH HOUR Í ANNAÐKVØLD – LEYGARKVØLDIÐ 22. MARS

22. mars 2025

Í annaðkvøld, leygarkvøldið 22. mars, frá kl. 20:30-21:30 er heimsumfatandi tiltakið ”Earth Hour” á skránni.
Sum siðvenja hevur verið síðan 2017, so sløkkir Tvøroyrar kommuna eisini gøtuljósini og fólk hava sostatt høvi til at uppliva býin í fullkomnum myrkri.
Ymiskt er eisini at fara til í býnum, í annaðkvøld, og varpa vit her ljós á tað.

ÁHEITAN TIL BORGARAR OG FYRITØKUR
Heitt verður á borgarar og fyritøkur í Tvøroyrar kommunu um at sløkkja el-ljósini úti og inni, og í staðin seta stearinljós í vindeyguni, fyri á tann hátt gera løtuna heilt serliga.

VEÐRIÐ
Tað er ikki lætt at spáa um veðrið í Føroyum, men í løtuni eru útlit til gott veður í annaðkvøld. Føroyska Veðurstovan, Windy og YR siga stórst sæð øll tað sama: 5 m/s, 6 hitastig og turt

GONGUTÚRUR VIÐ FRÁSØGUFÓLKI KL. 20:30
Skipað verður fyri gongutúri, ið byrjar og endar við Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn, ið eisini er opið hesa løtuna. Chris Jan Michelsen er frásøgumaður á túrinum, ið fyrst og fremst gongur fyri seg í miðbýnum. Chris Jan er søgufróður maður og veit nógv um ymisku býlingarnar og húsini á Tvøroyri.
Øll eru hjartaliga vælkomin við á túrinum og tað er eitt gott hugskot at hava eina lítla lummalykt við. Heitt verður eisini á fólk um at lata seg í eftir umstøðunum og at nýta endurskin – túrurin er ókeypis. Møtið eitt sindur áðrenn kl. 20:30.

TVØROYRAR BYGDA- OG SJÓVINNUSAVN OPIÐ
Fólk eru vælkomin á gátt á Savninum í miðbýnum, ið hetta tíðarbilið er upplýst við stearinljósum og oljulampum.

AFTANKVIRRA Í TVØROYRAR KIRKJU
Í tíðarbilinum har Earth Hour er, frá 20:30-21:30, er aftankvirra eisini í vøkru kirkju okkara, Tvøroyrar Kirkju. Her eru fólk vælkomin at njóta eina friðsæla løtu.

GLASSTOVAN OPIN FRÁ 20-22
Frá kl. 20:00 – 22:00 er hugnaliga Glasstovan í miðbýnum opin. Hesa løtuna eru ljósini dempaði og fólk kunnu keypa sær ein góða drekkamun, ein køkubita og annars tað, ið Hjørdis borðreiðir við.

LANDSDYSTUR Í GROTTUNI
Føroyska mannslandsliðið í fótbólti, spælir ímóti Kekkia í annaðkvøld og hugnaliga Grottan í miðbýnum, vísir dystin, ið liggur mitt í tíðarbilinum har Earth Hour er. Til ber sjálvandi ikki at síggja dystin uttan streym á sjónvarpinum, men í Grottuni sløkkja tey el-ljósini og hava bara stearinljós tendraði, ímillum 20:30 og 21:30.

FIMMARIN, GROTTAN OG KLUBBIN OPIÐ ÚT Á NÁTTINA
Tey, ið ynskja at nýta høvið til at skipa fyri einum hugnaligum kvøldi í annaðkvøld, kunnu halda fram í livandi miðbýnum á Tvøroyri, eftir at Earth Hour er farin afturum.

Í hugnaligu Grottuni byrjar spennandi pubbquiz beint eftir landsdystin, kl. 22:00.

Kl. 23:00 letur væl umtókti Fimmarin upp, í kjallaranum á Tvøroyrar Klubba.

Frá kl. 24:00 verður livandi tónleikur í Tvøroyrar Klubba, við Danny Baldursson, kendur úr fløguaktuella bólkinum Danny & the Veetos.