Hugnaligur arbeiðs- og minningardagur verður í kirkjugarðinum undir Akurgerði – týsdagin 20. mai kl. 16.30
Eftir áheitan frá borgara um at skipa fyri einum felagstiltaki til frama fyri røktina av kirkjugarðinum og felagsskapinum, bjóðar Tvøroyrar kommuna til ein serstakan arbeiðs- og minningardag í kirkjugarðinum undir Akurgerði týsdagin 20. mai kl. 16.30.
Tiltakið er serliga ætlað sum ein møguleiki hjá avvarðandi og øðrum at hampa og røkja gravstaðirnar hjá sínum kæru í felagsskapi við onnur. Samstundis verður løtan skipað sum ein hugnalig og virðilig minningarstund – við práti, kaffi og felagssangi.
Okur byrja við, at luttakararnir hampa gravirnar hjá sínum avvarðandi og – eftir førimuni – eisini kringøkið. Øll eru vælkomin at møta við egnum amboðum og góðum vilja – og eisini at hjálpa teimum, ið hava tørv á einari hjálpandi hond.
Kirkjugarðstænarin verður til staðar og kann vegleiða eftir tørvi.
Umleið kl. 17.30 verður felagssangur á skrá, har Erolf Olsen, Hentzar Hammer og Orðið á Borðið, luttaka við sangi og góðum orðum, samstundis sum okur minnast og eru saman á einum stað, ið hevur serligan týdning fyri okkum øll.
Tvøroyrar kommuna bjóðar kaffi og kringlu – sum ein lítil tøkk fyri luttøku og tann góða felagsskapin.
Okur vóna, at mong vilja taka undir við hesum og gera løtuna bæði gevandi og góða – og at hetta kann gerast eitt afturvendandi tiltak, har okur saman røkja bæði stað og minnir.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Tvøroyrar kommuna