Vælkomin á Jóansøku
Enn einaferð savnast okur til Jóansøku, har hon byrjaði fyri 100 árum síðani á Tvøroyri.
Hesar dagar savnast fólk úr nær og fjar, til at fagna ítróttinum. Kappróður og fóltbóltur fyllir nógv í skránni og er tað gleðiligt við einum virknum ítróttarlívi í kommunu okra.
Tvøroyrar kommuna ger nógv við at stuðla ítrótt og mentan. Ítróttarhøllin og stadionøkið við Stórá, eru góð dømir um hetta. Um stutta tíð verður neystið hjá FSR tikið í nýtslu, og hevur Tvøroyrar kommuna eisini stuðla hesari stóru verkætlanini, ið okur vóna fer at verða róðrarítróttinum til stóra gleði.
Her, bert fáar dagar eftir eina væl eydnaða Mentanarnátt á Tvøroyri, er tað gleðiligt at síggja, at so nógv áhugavert aftur er at síggja í jóanssøkuskránni.
Nógv legja stóra orku í at bjóða gestum okkur forkunnugt at síggja og hoyra, og eiga tey stórt rós fyri tað.
Tvøroyrar kommuna hevur sett saman eina spennandi og áhugaverda tónleikaskrá til pallin í miðbýnum og vóna okur at øll fara at fáa nakrar gevandi løtur, við góðum tónleiki.
Jeg fari at ynskja øllum eina góða jóansøku og at verða hjartaliga vælkomin til Tvøroyri. Einserlig heilsan skal fara til lokalu ítróttarfólk okra, við vón um góð úrslit á jóansøku.
Vnarligast
Kristin Michelsen
borgarstjóri