Kongshjúnini, H.M. Kong Frederik og H.M. Drotning Mary vitja á Tvøroyri tórsdagin 12. juni 2025

Kongshjúnini, H.M. Kong Frederik og H.M. Drotning Mary vitja á Tvøroyri tórsdagin 12. juni 2025

6. juni 2025

 


SKRÁ

Kl. 16.00 – Móttøka í barnagarðinum Mýrifípan í Trongisvági.
Vitjanin byrjar við almennari móttøku uttan fyri barnagarðin Mýrifípan, har øll eru vælkomin. Tvøroyrar Hornorkestur spælir, blómutyssi verður handað, og borgarstjórin Kristin Michelsen bjóðar kongshjúnunum vælkomin á Tvøroyri.

Kl. 16.50 – Fráferð úr barnagarðinum til plantasjuna
Koyrt verður vestur í plantasjuna í Trongisvági.

Kl. 16.55 – Vitjan í plantasjuni
Kongaparið við fylgi ganga gjøgnum plantasjuna. Í sambandi við, at plantasjan er vorðin 100 ár gróðurseta kongshjúnini eitt træ av slagnum suðurbók. 

Kl. 17.25 – Fráferð úr plantasjuni
Kongaparið verða koyrd til Drelnes, har kongaskipið Dannebrog liggur við bryggju.

Kl. 19.30 – Døgurði á SALT
Borgarstjórin Kristin Michelsen er vertur fyri døgurða í SALT. 

Kl. 22.20 – Dannebrog siglir av Drelnes
Kongshjúnini sigla av Drelnes við kongskipinum Dannebrog.

Øll skráin fyri Føroya vitjanina hjá kongaparinum kann lesast >>>her