KVØÐA TIL HDMS TRITON & ARTIC KOMMANDO

KVØÐA TIL HDMS TRITON & ARTIC KOMMANDO

16. mars 2025

Tvøroyrar Kommuna takkar Arktisk Kommando samt skipara og manning á HDMS TRITON fyri tykkara altíð trúføstu uppmøting á Tvøroyri at skipa fyri fastalavintshaldi fyri børninum í Suðuroy.

Tykkara nærvera hevur týdning fyri okkum, og eru okur fegin um, at børnini ikki verða gloymd, hóast altjóða spenningar og hóttanir kaga undan havsbrúnni í hesum døgum.

Aftur í ár stilla tit upp og bjóða børnum umborð, har manningin sum vant tekur væl ímóti við tunnusláttri, krúning av kattakongi og -drotning, samt  bjóðað kakao og nýbakaðir bollar.

Hetta afturvendandi tiltak ger, at fastelavint á Tvøroyri hevur ein serligan týdning fyri okkara børn, takk fyri tað.

Við ynski um framhaldandi gott samstarv.

Fleiri myndir kunna síggjast her.

Brian Märcher, ið siglur við HDMS Triton hevur tikið fleiri góðar myndir sum kunna síggjast á niðanfyri leinkjum:

Brian Märcher 1

Brian Märcher 2

Brian Märcher 3

Tvøroyrar Kommuna