Næmingaráðið vitjar Mentanarnevndina

Næmingaráðið vitjar Mentanarnevndina

7. apríl 2025

Næmingaráðið í Tvøroyrar skúla vitjaði mentanarnevndina og borgarstjóran

Mánadagin 7. apríl 2025 vitjaði næmingaráðið í Tvøroyrar skúla mentanarnevndina og borgarstjóran á kommunuskrivstovuni.

Endamálið við vitjanini var at styrkja samstarvið millum næmingar og kommunalu myndugleikarnar, og at geva næmingunum høvi at leggja fram sínar hugsanir og ynski fyri skúlan og nærumhvørvið.​

Lærararnir Annika Eidesgaard og Marian Mikkjalsdóttir fylgdu næmingunum, ið vóru Hans Henrik Strøm, Jón Raknarson, Lukas Holm, Marita Póldóttir Nólsøe og Malan Brattalíð.​

Á kommunuskrivstovuni tóku limirnir í mentanarnevndini og borgarstjórin væl ímóti næmingaráðnum. Barbara Tausen, forkv. í mentanarnevndini bjóðaði vælkomin og greiddi frá arbeiðinum hjá mentanarnevndini. Hon spurdi næmingaráðið, hvørji evni tey ynsktu at viðgera.​

Næmingarnir løgdu fram fleiri uppskot og ynskir, so sum felags matarskipan, dagføring av skúlagarði, undirvísing innan handverks- & vinnugreinar, v.m. Kommunan tekur hesi evni upp til viðgerðar.

Kommunan bjóðaði næmingunum okkur leskiligt at eta og drekka. Og vitjanin endaði við einum felags práti, har næmingarnir fingu høvi at seta spurningar og fáa innlit í arbeiðið hjá kommununi. Bæði næmingaráðið og kommunan vóru samd um, at hetta var ein jalig og gevandi løta, og at slík fundir eiga at verða hildnir javnan fyri at styrkja sambandi millum næmingar og kommunalu myndugleikarnar.